Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum er játtanin til Fróðskaparsetrið hækkað við 2 mió.kr., soleiðis at ein flokkur afturat av námsfrøðingum kann takast upp í heyst. Tillagingar verða gjørdar í námsfrøðiútbúgvingini, soleiðis at størri dentur verður lagdur á dagstovnanámsfrøði.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum fegnast um, at skjøtul nú er settur á, at loysa trupulleikarnar, sum hava verið á nógvum dagstovnum kring landið, sum í stóran mun hava manglað útbúgvið strarvsfólk. Eisini innan serstovnaøki er tørvur á fleiri námsfrøðingum, so tað er at fegnast um, at fleiri væntandi verða útbúgvin um nøkur ár.
Kampusætlanin er eisini eitt av teimum høgt raðfestu økjunum í fíggjarlógaruppskotinum. Farið verður nú av álvara undir at umvæla og nútímansgera bygningarnar á Frælsinum, soleiðis at Setri fær góðar hølisumstøður. Samstundis verður eisini farið undir at fyrireika bygging av nýggjum høvuðsbygningi hjá Setrinum, sum liður í nýggju stóru kampusætlanini.
Innan granskingarøki kann nevnast, at Føroyar nú er fullgildugur limur í norðurlendska granskingarsamstarvinum NordForsk. Játtan er sett av til at byrja hesa luttøkuna, sum vónandi verður eitt bein afturat hjá føroyskari gransking at standa á. Ætlanin er eisini at styrkja framleiðsluna av granskingarhagtølum í góðum samstarvi við Hagstovuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo