Fuglafjarðar skúli: Tá næmingar í 8. flokki høvdu motorlæru mánadagin, koyrdu teir á einum Tomos-prutli í garðinum.
Lærarin royndi seg eisini og legði ein filmstubba á Facebook, har hann “driftaði” ella gjørdi “Donuts” við prutlinum.
Onkur, sum hevði sæð klippið við manninum, boðaði honum frá, at ein eldri maður í Klaksvík var farin at rudda kjallara, og at har var millum annað ein knallert, ið var sett útum, tí hon skuldi beinast burtur.
Hesin lærarin læt sær ikki siga tvær reisur, men helt avstað til Klaksvíkar eftir knallertini, ið sostatt varð bjargað á gravarbakkanum.
Mikudagin fóru so nakrir næmingar úr 9. flokki at royna seg við hesi knallertini. Treiskir og hugagóðir dreingir megna nógv, og fýra tímar seinni koyrdi knallertin. Hon hevði annars staðið í 22 ár í einum kjallara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo