Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið/Tekstur og mynd: Sonne Smith: Í fjør vóru tingingar millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið um at fáa eitt gerðarbýti í lag um nakrar bygningar. Prinsipielt gerðarbýti fekst í lag við tí úrsliti, at landið skuldi fáa bygningin á adressuni Frælsinum 20, sum var Føroya Læraraskúli, nú Fróðskaparsetur Føroya og eindin á Frælsinum hjá Skúlanum á Fløtum, fekk handilsskúlabygningin við Marknagilsvegin – Janusargøtu 2 í staðin.

Tá varð røtt um at hýsa Námi X í handilsskúlanum beint við síðuna av Glasi, men endalig avtala er ikki fingin í lag enn, og óvist er, um tað verður samtykt.

- Tann transaktiónin er ikki framd í verki, og um hon verður tað, veit eg ikki í løtuni, men politiska skipanin skal taka støðu til, um Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari.

Spurningurin er altso, um Nám X í leiðsluhøpi verður ein sjálvstøðugur skúli ella ikki. Talan er ikki um teir fysisku karmarnar. Tað er væl møguligt, at fysiskt verður Nám X verandi í Eysturskúlanum, men leyst av leiðsluni har.

- Men vit hava onga endaliga tilráðing um tann spurningin enn.

Mentamálaleiðarin hjá Tórshavnar kommunu sigur, at spurningurin kemur til politiska støðutakan í vár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo