Skúlablaðið: - Nú mangla vit bara Nem í sætta, so er undirvísingarrøðin til føroyskt í miðdeild liðug, sigur Sigfríður Sólsker, leiðandi ritstjóri í Námi. Fyrsta bókin í røðini kom út í 2016, og nú eru heildir komnar út til triðja, fjórða og fimta flokk.
- Tørvurin hevur leingi verið stórur í teimum mittastu árgangunum í fólkaskúlanum, men vit hava verið noydd at hugsa um miðdeildina sum eina samanhangandi røð frá triðja til sætta flokk. Í fjør kom heildin til fimta flokk út, og eftir ætlan kemur bókin til sætta flokk út um tvey ár.
Fyrireikingarnar at geva út heild til føroyskt í hádeild eru eisini byrjaðar. Tað eru nú nøkur ár síðan, at Les-heildin kom út til framhaldsdeild, sum tá byrjaði í áttanda flokki. Nýggja røðin til hádeild byrjar við tilfari til sjeynda flokk, og sambært leiðandi ritstjóranum í Námi er ætlanin, at heildin til sjeynda flokk skal koma út stutt eftir heildina til sætta flokk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo