Skúlablaðið: - Tann ráðgeving, sum er bygd upp í Námi, skal frá komandi skúlaári implementerast við menningarátøkum og skeiðum úti á skúlunum, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.
Átøkini hjá Námi verða framd eftir einum fakligum leisti og eini greiðari tíðarætlan saman við teim skúlum og lærarum, sum eru áhugað.
Umframt at einstaki lærarin kemur á skeið í Námi, verður víðkað um skeiðstilboðini, soleiðis at talan í størri mun verður um lærutilgongdir, har námsráðgevingin í Námi arbeiðir saman við lærarum úti á skúlunum.
- Á ein hátt er henda ætlan við menningarátøkum eisini ein menningartilgongd í Námi, sigur Eyðun.
Skeiðskalendarin hjá Námi, so sum vit kenna hann frá undanfarnu árum, kemur 1. juni. Har verða tilboð um skeið til fólkaskúla og miðnám.
Harumframt verður tilmeldingarskjal til menningarátøk og ynski um skeið úti á skúlum tøkt 1. apríl 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo