Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað verður ein løta av teimum stóru – og heilt serligu – tá ið 80'ara poppbólkurin Nalja spælir á ársins Summar Festivali.

Legendariska útgávan hjá Nalja kom í 1988, og av henni kenna fólk sangir sum »Ansa eftir«, »Hygg at mær«, »Livandi ljós« og fram um alt stóra ólavsøkusangin «Á, tann deiliga Havn«.

Nalja skapti glaðan og fangandi popptónleik, sum nú 30 ár seinni svingar og sveiggjar eins væl og tá.

Oddafólk í bólkinum vóru Elin Brimheim Heinsen og Kári Linderoth Jacobsen, og tey verða eisini við mikrofonirnar, tá ið Nalja nú kemur á Summar Festivalin fyri fyrstu ferð.

– Vit fegnast um, at Nalja bólkurin er boðin á Summar Festivalin at spæla. Tað var eingin trupulleiki at savna Nalja manningina, sum spældi fyrstu ferð saman á Ólavsøkukonsertini í 1989. Øll søgdu »Yes! Tað tíma vit ordiliga væl«. Vit gleða okkum øll sera nógv at geva áhoyrarunum eitt brak av einari konsert við øllum teimum gomlu, væl umtóktu Nalja-hittunum, sigur Elin Brimheim Heinesen.

Umfram Elina og Kára, sum eru sangarar, spæla Finnur Hansen (ljómborð), Leivur Thomsen (gittar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur), Astrid McDonald (kór) og Eyð Steinbjørnsdóttir (kór) við Nalja.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo