Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hvat akkurát hendi í gjár á bryggjuni á Sandi, kemur borgarstjórin ikki neyvt inn á, men í øllum føri var talan um oljudálking. Sum VP skilti skuldi ein tangi við olju tømast, men tangin koppaði.

Borgarstjórin á Sandi, Heri Sverrason, sigur tá ið VP spyr, at um 80 litrar av olju runnu á økið, har nakað rann á sjógv, og hendi óhappið einar 40 metrar frá bryggjukantinum.

- Borðið var skjótt at, fólk frá sløkkiliðnum var skjótt á staðnum við kettugrúsi, sum er sera effektivt at súgva olju í seg. Eftirfylgjandi er bryggjan vaskað við lúti til endamálið.

- Eitt vet fór í havnina, men er hettar tikið upp við pylsum til endamálið, sigur borgarstjórin.

Borgarstjórin sigur, at MOWI slaktar laks uttast á molanum, men var ongantíð vandi fyri at olja kom at tøkubúrðinum.

- Sands sløkkilið hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri at fyribyrgja dálking, takk fái teir fyri tað, og er øll oljan sambært teimum, sum hava staðið fyri arbeiðinum, upptikin, sigur Heri Sverrason, borgarstjóri, í viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo