FSF: Leygardagin 29. oktober verða ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli. Klokkan 15:00 fara kvinnurnar hjá KÍ og HB á vøllin, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið.
Í samband við finalurnar er Tórsvøllur býttur upp á bólkar, so viðhaldsfólkini hjá hvørjum einstøkum liðum sita saman.
Víkinga viðhaldsfólk halda til í bólkunum 101 til 104, KÍ viðhaldsfólk halda til í bólkunum 105 til 113, og HB viðhaldsfólk halda til í bólkunum 114 til 116. Síðan eru bólkarnir 209 til 213 ætlaðir øðrum fótbóltsfjepparum.
Og higartil hevur sølan gingið sera væl. Fyrrapartin leygardagin vóru næstan 3.000 atgongumerki seld. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.
Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn, og gevur atgongd til báðar dystirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo