Næsta fríggjadag, sum er 20. januar 2023, hevur hetta fitta parið diamantbrúdleyp.
Tey hava sostatt verið gift í júst 60 ár.
Ein skjót leiting í Google avdúkar, at í Danmark eru umleið 4000 pør sum hava diamantbrúdleyp og tey fáa tá bræv frá drotningini sum á henda hátt ynskir tillukku. Hagstova Føroya hevur ikki hagtøl um júst hetta, men seta vit tað í vanligt lutfall, so eru um 40 pør í Føroyum sum hvørt ár hava diamantbrúdleyp.
Ranvá og Hanus ætla at haldi dagin í Hólmahusinum á Eiði fríggjadagin frá kl 17:00, og har eru tey vælkomin, sum vilja halda dagin saman við teimum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo