Nærum fimti hvør føroyingur, ella 19% av teimum sum svaraðu, heldur, at korona átøkini hjá myndugleikum eru farin ov langt.
Tað vísir ein spurnarkanning á VP, sum byrjaði í gjár.
1254 fólk hava valt at svara.
Meirilutin, ella 74%, siga tó, at tey als ikki eru samd. Tey taka við øðrum orðum undir við avmarkingunum sum eru sett í verk til tess at bremsa ella basa koronasmittuni.
Tey sum onga meining hava um spurningin, men kortini valdu at svara, telja 6%.
Les eisini: VP Spyr: Eru korona átøkini hjá myndugleikunum farin ov langt
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo