Landsbankin: Útflutningurin av vørum setti met í 2021 og var tilsamans 10 mia. kr. Umleið ein fjórðingur av hesum, kemur frá sølu av laksi og uppisjóafiskið til Russland. Kríggið millum Russland og Ukraina ger henda partin av útflutninginum óvissa, men sambært vinnuni, ber til at finna nýggjar marknaðir.
Myndin niðanfyri vísir samlaða vøruútflutningin hjá Føroyum, býtt á ávikavist Russland og onnur lond. Nú kríggj er millum Russland og Ukraina, er stór óvissa fyri hesum parti av útflutninginum.
Sambært alivinnuni er tó ikki torført at finna nýggjar marknaðir at selja laksin til, tí eftirspurningurin eftir hesi vøru er væl størri enn útboðið. Makrelur kann somuleiðis seljast um allan heim, men her er kappingin harðari, og tí kann væntast ein lægri prísur fyri makrel, í øllum førum fyribils. Sild verður hinvegin ikki eftirspurd um allan heim, men í løtuni er eftirspurningur eftir sild til agn í Kanada, og í ringasta føri kann sildin seljast til framleiðslu av fóðri.
Um so er, at útflutningurin av fiski til Russlands ikki ber til, vegna kríggið millum Russland og Ukrania, so ber til hjá vinnuni at finna aðrar marknaðir fyri henda fisk. Tó kann væntast eitt prísfall á uppisjóvarfiskinum, ið merkir, at virðið av hesum partinum av útflutninginum kann lækka nakað.
Umframt útflutningin av fiski til Russlands, hava Føroyar eina fiskiveiðuavtalu við Russland. Føroyar fáa í høvuðsheitum eina toskakvotu í Barentshavinum afturfyri, at Russland fær makrel- og svartkjaftakvotu í føroysku sjógvi. Leysliga svarar virðið á hesum kvotunum til hvørt annað.
Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo