Sunnudagin savnast karismatisku- og hvítusunnufríkirkjurnar í Føroyum til eitt felagsmøti í Klaksvík, kallað Nærri.
Nærri byrjar kl. 12 í Badmintonhøllini við einum møti og umleið kl. 12:35 fara børnini inn í KÍ-høllina til eitt barnamøti. Eftir møtið verður spæliland fyri børnini í KÍ-høllini.
Tá ið møtið er liðugt umleið kl. 13:45 verður kaffi og køka og felagskapur fyri øll. Og døgurði verður eisini fyri tey, sum hava bílagt døgurða frammanundan.
Alt møtið verður tulkað til enskt, rumenskt og teknmál. Tey, ið ynskja enska og rumenska tulking vera biðin um at hava smarttelefon og smátalarar við.
Hetta er annað árið á rað, at fríkirkjurnar savnast til hendan dagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo