Keldur siga fyri Reuters at forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, er á veg til Egyptalands í sambandi við friðartingingar.
Sambært fleiri keldum verður mett at ein avtala verður undirskrivað um vápnahvíld ein av fyrstu døgunum.
Ísraelski verjumálaráðharrin Israel Katz segði í gjár at ein avtala hevur ongantíð verið so nær sum nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo