Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Viðvíkjandi príseftirliti

Spurningar:
1. Nær verður príseftirlitið skipað?

2. Fer príseftirlitið at hava eftirlit við prísunum á øllum økjum um alt landið?

3. Verður eftirlit við, at mvg-frítøkur fáa tann virknað, sum ætlað? Her verður hugsað um frítøku á fleiri økjum, bæði innan gerandisvørur, grønar orkuskipanir og elbilar.

Viðmerkingar:
Bankar og heilsølur hava met yvirskot, meðan vanliga fólkið hevur trupulleikar at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga. Hetta kann tykjast undarligt, tá hugsað verður um fíggjarstøðuna hjá landi og húsarhaldi. Eitt príseftirlit hevur tí skund fyri at hava eitt betri eftirlit við støðuni.

Bankarnir hava seinastu árini hækkað tænastugjøldini hjá kundunum.

Ein av grundgevingunum hjá bankunum fyri at hækka gjøldini var, at rentan varð lág og lutvíst negativ. Tað merkti, at bankarnir ikki vunnu nóg nógvan pening í mun til krøvini, teir skulu lúka. Nú rentan er hækkað nógv og er komin upp um 5 % markið, er onki at hoyra frá bankunum um at lækka gjøldini aftur. Her kundu bankarnir hugsað sosialt rættari.

Samstundis eru húsarhaldini meira sperd við høgum prísum og høgum rentutrýsti.

Vøksturin í brúkaraprístalinum er hin hægsti í 40 ár. Hugsast kann, at skulu bankarnir fáa viðrák millum fólkið í landinum, mugu teir eisini hjálpa sperdu húsarhaldunum.

Tað kann ikki bara snúgva seg um at vinna pening.

Eisini hoyrist at heilsølur og timburhandlar hava metyvirskot, hóast prísir fara upp og keypiorkan minkar. Vónandi hava hesar vinnur ikki hækkað prísin óneyðuga nógv í mun til prísstøðið. Hesin spurningurin fær ikki minni týdning, tá samgongan komandi ár fer at frítaka gerandisvørur sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti fyri mvg, so hesar vørur gerast bíligari. Príseftirlitið má tá halda eyga við, at føroyska familjan fær vinningin av hesum átaki – og ikki matvøruhandlarnir.

Á Løgtingi, 22. desember 2023
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo