Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Útoyggjamál
Spurningar:
1. Hvørjar ábøtur eru sambært landsstýrismanninum tær mest átrokandi fyri kor og trivnað á útoyggj í Føroyum?
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta útoyggjamál í arbeiðinum hjá landsstýrinum?
3. Nær verður nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar gjørt?
Viðmerkingar:
Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær nøkur mál fyri útoyggjar, og í fíggjarlógini fyri 2023 eru m.a. tveir tættir innan samferðslu og ferðavinnu raðfestir: at fyrireika eina endurnýggjan av strandferðsluskipunum og at byggja eina farstøð á Syðradali í Kalsoynni.
Orðingarnar í samgonguskjalinum snúgva seg um menningarmøguleikar, um búseting, samferðslu, trivnað og nýtt útoyggjaálit. Útoyggjafelagið hevur á seinastu aðalfundunum eftirlýst fleiri ítøkilig og alneyðug átøk, sum gagna útoyggjunum, og í seinasta tíðindaskrivi teirra vórðu tey sett upp í 5 punkt:
• At skapa møguleika fyri búseting, við at útstykkja, við at byggja leiguíbúðir og veita sethúsafígging.
• At skipa eina samferðslu, har trygdin, tænastan og títtleikin livir upp til nútíðar standardar.
• Tryggja betri karmar fyri jarðarbrúki og væl skipaðari ferðavinnu.
• At tryggja lokalt fólkaræði, grundað á lokala luttøku og fíggjarorku.
• At skapa sosiala trygd og veita tænastur, ið ger, at borgararnir fáa virkað og kunnu trívast í lokalsamfelagnum alt árið.
Útoyggjarnar eru sera týdningarmikil partur av ferðavinnuni í Føroyum og eiga m.a. tí at fáa hægri raðfesting sum slíkar. Tær eru eins týdningarmiklar fyri Føroyar og føroyingar sum heild sum bústaður, sum landbúnaðar- og vinnuøki, sum landafrøði, náttúruppliving, mentanararvur, skúlaferðamál og meira.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 1. august 2023
Hanna Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo