Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar

Spurningar:
1. Hvat er status við arbeiðinum at broyta lógina um heilsutrygd í sambandi við afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar?

2. Nær kann væntast meira nágreiniliga, at lógaruppskot verður lagt fyri tingið?

3. Hví hevur tað tikið so langa tíð at koma í tingið við hesum málinum ella einum lógaruppskoti?

4. Hvat er endaliga metta endurgjaldið til teir/tey, sum hava goldið heilsutrygdargjaldið av órøttum?

Viðmerkingar:
Útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya Rætti og Landsrættinum, og tá ið Heilsutrygd ætlaði í Hægsta Rætt við málinum, fekst ikki loyvi til at royna tað har.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, skuldi tí gera eitt lógaruppskot, so teir útisiglarar, ið hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.

Mett verður, at neyðugt er at gera eina lógarbroyting, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald afturvirkandi til persónar, sum av órøttum hava goldið ov nógv í heilsutrygdargjaldi.

Síðan kom fram alment, at lógaruppskotið um broyting í heilsutrygdarlógini verður klárt til at leggja fyri Løgtingið fyrst í nú nýggju tingsetuni, men enn er onki at frætta í málinum, og tað kann ikki góðtakast, at málið blívur við at draga út. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 2. august 2024
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo