Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ikki er tað serliga hugaligt at søkja eitt starv, har tú veit, at tú bara er ein møgulig ífylla, til ein námsfrøðingur søkir!

Kommunur mugu fara frá at søkja eftir námsfrøðingum og síðan skoyta uppí, at "Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv."

Um tað brúk fyri námsfrøðinigi, so søk eftir námsfrøðingi, til ein námsfrøðingur søkir, tí eingin við bara eitt sindur av respekt fyri sær sjálvum tímir at vera ífylla, og "verða sett í tíðaravmarkað starv, til námsfrøðingur søkir" um ein ynskir sær eitt fast arbeiði!

Og so klóra tey klóku sær í høvdninum, tí eingin tímir at arbeiða á námsfrøðiliga økinum! Seriøst? Hvussu býttur hevur mann loyvi at vera?

Hetta er hvørki mennandi ella lokkandi. Og hetta er als ikki rætti mátin at fáa hjálparfólk at fara víðari innan økið og læra námsfrøði! Hví skulu vit tíma, við tí móttøku vit fáa?

Vit eru í 2023 og námsfrøðiliga økið skríggjar eftir arbeiðsmegi! Lurtið og lærið!

Eg ætlaði als ikki at fara inn á løn og annað í hesum skrivi, tí hon er ikki verd at tosa um og so láturlig, at eg skilji slettis ikki, at nakað hjálpafólk tímir at hava ta ábyrgd, tey hava, og gera námsfrøðiligt arbeiði fyri undirløn, tí eingin námsfrøðingur er at gera tað!

Vit fáa einki afturfyri tað megnararbeiðið, vit gera!

Tíðin er komin til, at kommunur fara at bjóða hjálparfólkum -teimum, sum enn tíma at vera í arbeiði - førleikamenning, skeið og annað, og geva nakrar krónur fyri tað, samstundis sum hjálparfólk við áralongum royndum eisini fáa nakað fyri at hava hildið økinum upp í fleiri áratíggir!

Einasta rætta er at broyta dagstovnalógina, so vit koma burtur frá § 8. Stk 4., sum sigur, at "Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar." Tað kann koma í lógina aftur, um/tá tað er meiriluti av námsfrøðingum á økinum, ikki fyrr!

Tað er við vælsignilsi í hesi lóg, at einki tramans skil er á økinum. Lógin kann ikki haldast og við hesi ferð, so fer hon ikki at kunna haldast nakrantíð!

Broyt lógina til minst 50/50, so at vit tíma at verða verandi í arbeiði, tí tað er altso vit hjálparfólk, 2/3, sum halda øllum bú- og dagstovnaøkinum uppi! Hvørki meira, ella minni!

Í lógini skal eisini standa, at tað skal søkjast eftir hjálparfólkum í fast starv.

Vónandi hava vit hjálparfólk (ella sum eitt skilagott hjálparfólk við 40+ ára royndum kallaði seg: "Royndarfrøðingur") onkur skilagóð fólk í polittisku stólunum, sum skilja, at dagstovnalógin MÁ broytast!

Og eg veit, at vit hava skilagóð fólk í kommununum, og vónandi verður hetta tikið upp, so vit kunnu fáa eina broyting á bú- og dagstovnaøkið.

Hjálparfólkafelagið er altíð til reiðar at koma við góðum ráðum, vit vita, tí vit eru einasta fakfelag, bara fyri hjálparfólk.

Vit takka teimum kommunum, sum hava heitt á okkum, og gleða okkum til eitt gott samstarv í mong ár framyvir við hjálparfólkum í starvi, og vóna at polittiska valdið eisini lurtar.

Í sáttmálanum fyri pedagogar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 2020-2023, var semja gjørd um:

§ 2. Setanartreytir, Stk. 2. Um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið. Normerað størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skulu lýsast leys minst 6. hvønn mánað.

Sambært semju millum sáttmálapartarnar kann undantak gerast, so størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili. Partarnir eru samdir um, at § 2 stk. 2 verður sett úr gildi galdandi til 30. juni 2027.

Tíverri eru tað fleiri kommunur, og eisini Almennaverkið, sum ikki respektera hetta. Bara í gjár vóru hesar lýsingar at síggja í miðlunum:

Almennaverkið:
Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum ella starvsroyndum søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í fyribilsstarv.

(Her verða ikki eingang hjálparfólk við starvsroyndum tald við)

--

Hvannasunda kommuna:
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár.

Sunda kommuna:
"Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv."

--

Vága kommuna:
"Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv."

Hjálparfólkafelagið
Laila Rólantsson, skrivari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo