Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í dag verið á vitjan í Gulaskúla og takkað fyri myndina til jólakortið hjá ráðnum í 2024.
Tað er Krista Møller Heinadóttir, næmingur í Gulaskúla, ið hevur teknað vøkru myndina.
Landsstýrismaðurin fegnast um alt tað góða og áhugaverda virksemi, sum verður gjørt í Gulaskúla, og somuleiðis takkaði hann fyri hugnaligu løtuna og høvi at hitta bæði næmingar og starvsfólk og ynskti øllum eini gleðilig jól.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo