Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Eitt slóðbrótandi hugskot, við eini vøru, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi!

So greið vóru skotsmálini, sum dómarnir góvu vinnarunum Wull, tá tær í dag vunnu SkúlaFM 2023.

Wull hevur framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.

Stovnararnir av bólkinum Wull eru; Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. Flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla.

Hetta er tískil annað árið á rað, at næmingar úr Tofta- og Runavíkar kommunuskúla vinna SkúlaFM 2023.

Nummar tvey gjørdist Volga frá Eysturskúlanum. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra vøru, sum var rabarbusaft.

Nummar trý gjørdist Grønt úr skúlanum á Løgmannabreyt. Tey høvdu sæð og fangað ein háaktuellan samfelagstrupulleika, sum eisini hevur vinnuligar møguleikar, vístu dómarnir á. Við eini heimasíðu og samstarvi við handlar í Føroyum, høvdu tey eina loysn til trupulleikan av matoyðsl, samstundis sum tey hjálpa fíggjarliga sperdum familjum.

Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður 20.apríl.

Betri og Føroyar Tele góvu 5.000,- hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- og 1.000,-.

Níggju bólkar vóru við í finaluni í ár. Dómarnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støði var so mikið høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.

Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rannvá Troest, umboð fyri Vinnuframa, Jákup Dahl frá Betri Banka og Tróndur Dalsgarð frá Føroya Tele.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo