Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Næmingarnir á Glasi: EIN DAG UM ÁRIÐ SETA NÆMINGAR Á GLASI SJÓNEYKUNA Á MENNINGARHJÁLP. SIÐVENJAN HEVUR MONG ÁR Á BAKI OG ER EIN TÝÐANDI LIÐUR Í AT MENNA OG FYRIREIKA NÆMINGAR OG LÆRLINGAR Á GLASI TIL AT HAVA EIN VIRKNAN LEIKLUT Í EINUM SAMFELAG, SUM ER GRUNDAÐ Á FÓLKARÆÐI OG JAVNRÆTTINDI. HESIN DAGUR VAR MIKUDAGIN 4. MARS UNDIR HEITINUM "VIT VILJA GERA MUN".

Og mun gjørdu tey, má sigast. Inn komu 160.000 krónur. Umleið tveir triðingar, 110.000 krónur, eru lætnar sum neyðhjálp til Bolivia. Harafturat verða 50.000 krónur - á leið ein triðingur - lætnar Barnaheiminum her í Føroyum. Á tann hátt ger hjálpararbeiðið mun bæði her og úti í heimi.
 
Menningarhjálpin er skipað undir næmingaráðnum á Glasi. Mikudagin 17. juni var lítil samkoma á Glasi, har Bjørk S. Lamhauge, Bjørk Sørensen og Julia Carlsson, sum eru næmingar á Glasi, handaðu Barnaheiminum peningagávuna. Julianna Næs Olsen, deildarleiðari á Almannaverkinum, tók ímóti pengunum til Barnaheimið, umboðandi Trivnaðardepilin. Peningurin er eyðmerktur til at geva børnunum á heiminum upplivingar, sum menna og stimbra tey.  
 
Randi Meitil og Marianna Hoydal eru kontaktpersónar fyri Boliviahjálpina, sum hevur verið síðan 1993. Randi var eisini við á samkomuni, nú allur innkomni peningurin er latin móttakurunum í Bolivia. Her var peningurin nýttur fyrst og fremst til mat og smittuverju.

Tað var ikki eitt krav, at næmingar og lærlingar skuldu arbeiða ella lata pening. Tey kundu sjálvi velja eina av tveimum møguligum verkstovum. Fyrri møguleikin var, sum vanligt er í 'operatión dagsverk', at finna sær eitt daglønararbeiði - antin sjálvi ella við hjálp frá næmingaráðnum - og stuðla við 300 krónum. Hin møguleikin var at vera virkin á einari verkstova um ábyrgd hins einstaka og okkara skyldu til at taka virknan lut í einum fólkaræðisligum samfelag, ið byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi. Her kunnaðu Reyði Krossur Føroya og Amnesty Føroya um teirra arbeiði.

Á vári 2021 fáa næmingarnir á Glasi aftur møguleikan at savna pening inn til menningarhjálp. Tað gera tey við at velja møguleikan at finna sær daglønararbeiði. Tað ber tó til at velja at luttaka í undirvísingarverkstovu við umlagdari undirvísing. Vit vóna, at úrtøkan av daglønararbeiðinum aftur næsta ár verður góð. Tí árliga menningarhjálpin - í ár neyðhjálpin - ger stóran mun, siga takksomu móttakararnir í Bolivia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo