Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum tað er hugaligt og várligt at síggja tá bøndurnir á Sandi fyrireika eplavelturnar á Sandafløtum. Velturnar eru tær størstu í Føroyum og sum oftast við framúr góðsku. Eisini er tað áhugavert at Sandafløturnar er gamal havbotnur sum fjaraði undan tá ísurin bránaði fyri einum 10.000 árum síðani.

Tað kann nevnast at vit velta sjálvi eini 800 tons av eplum og innflyta sløk 4.000 tons!

Longu nú síggjast eisini tær fyrstu hvonnirnar næla á Sandi.

Men nælir tað allastaðni á Sandi? Tað er at vóna at øll tey fínu tiltøkini sum vóru gróðursett; Grøni Háskúlin, Veltan, Vakstrarhúsini, Eplafestivalurin og so framvegis, fara at koma fyri seg og mennast og ikki fara fyri bakka beint áðrenn tunnellin letur upp.

Undan seinasta løgtingsvalið var nógv at hoyra um stuttflutt heilsugott grønmeti, sum skuldi verða MVG undantikið, grønar háskúlar, sjálvbjargni og so framvegis.

Grønu kollveltingini á Sandi verður ikki lív lagað fær hon ikki eina stóra hjálpandi almenna hond, og nú liggur bólturin hjá Tjóðveldisflokkinum sum umsitur landbúðnaðin og sum eisini má hyggja at okkara avoldaðu festiskipan sum í dag er ein forðing fyri øllum framburði á økinum.

Johan Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo