Í gjárkvøldið varð Team Rynkeby sent avstað undir stórum fagnaði á Perlutorginum, har hópur av fólki vóru komin saman at ynskja súkklarunum góða ferð til Paris og Tórshavnar kommuna bjóðaði ein bita.
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, helt stutta røðu, har hann millum annað nevndi, at vit eftirhondini eru von við at síggja hesi gulu snarljósini eftir vegunum, og tað gongur ikki dagur, at ikki okkurt felag, sum varar av hjarta- og krabbasjúkum ella øðrum sjúkum, ikki rósir teimum til skýggja.
- Fleiri av tiltøkum tykkara eru einastandandi dømi um uppáfinnsemi, og eitt prógv um, hvussu stóra vælvild tit møta gerandisdegnum. Og gott er at síggja, at tit royna at ferðast um alt landið, og at tit allastaðni møta vælvild frá bæði felagsskapum og einstaklingum, segði Annfinn Brekkstein.
Tað er soleiðis, at peningurin, sum Team Rynkeby savnar inn, verður latin til børn við hættisligum sjúkum og familjum teirra. Eitt vakurt endamál, sum øll taka undir við og stuðla. Og tað er imponerandi at síggja tølini: 2.400 súkklarar, 65 lið, 6.500 fyritøkur stuðla og 72,4 miljónir eru handaðar felagsskapum fyri børn við hættisligum sjúkum.
- Eg skal tí takka tykkum øllum hjartaliga fyri tykkara stóra innsats. Ikki bara, tí tit savna pening til eitt fantastiskt endamál, men tí tit eisini eggja øðrum til at gera ein innsats.
- Súkkling er eitt gott endamál í sjálvum sær. Súkkling er góð fyri heilsuna - serliga um vit læra at hátta okkum í ferðsluni, uttan at bróta okkum sundur. Tit eiga rós uppiborið fyri at duga at hátta tykkum í ferðsluni, tit hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri trygdina.
- Nú er tað tað, at Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerðarsúkklulið, ið hvørt ár súkklar til París til frama fyri børn við álvarsamari sjúku. Men korona hevur lagt fótonglar fyri tykkum seinastu árini...
- Men nú skal tað verða. Hesaferð gongur túrurin úr Føroyum til París umvegis Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland. Samstundis sum vit takka tykkum fyri tykkara stóra innsats, so fara vit at ynskja tykkum øllum somlum eina góða, spennandi og ikki minst trygga ferð.
- Tit síggja út til at vera væl fyri, og tit skulu bara vita, at vit stuðla tykkum allan samlan vegin! Góða ferð og takk fyri tykkara innsats, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo