Myndamaðurin Ólavur Frederiksen var við myndatólinum í Páls Høll um vikuskiftið, har bólkasvimjikapping var fyri yngru svimjararnar.
Ikki færri enn 115 svimjarar høvdu meldað til.
Fyrireikararnir siga, at fyrrapartin leygarmorgunin svumu bólkur 1 og 2 gentur og dreingir. Hetta eru gentur, ið eru 9 ár og yngri, og dreingir, ið eru 10 ár og yngri. Seinnapartin var kapping fyri bólk 3 og 4, ið eru gentur, ið eru 13 ár og yngri, og dreingir, ið eru 14 ár og yngri.
Tað serliga við hesi kapping var, at hon eftir ætlan skuldi verða í svimjihylinum á Tvøroyri, men vegna korona tilmælir lat hetta seg ikki gera, tí valdu vit at halda kappingina Páls Høll, og svimja breiddina, ið er 16 metrar, ístaðin fyri longdina. Kappast varð á teinunum 16m, 33m, 50m og 66m.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo