Í kvøld var Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892 løgd fram í Finsen.
Her eru nakrar nyndir - trýst her
Myndir Ólavur Frederiksen
Nógv fólk vóru møtt í Finsen, tá Suðurstreymoyar Kirkjubók 1852-1892 varð løgd fram. Hetta er níggjunda og seinasta bókin í verkætlanini at geva út allar tær varðveittu kirkjubøkurnar í Føroyum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði á hugnaliga útgávutiltakinum, at hesar bøkur fara at gagna søgufrøðingum, men eisini vanliga føroyinginum, sum vil vita eitt sindur meira um ætt sína.
- Fyrsta kirkjubókin hjá Varðanum kom út í 2020 og nú fýra ár seinni er seinasta bindið av kirkjubókum fyri árini 1687 til 1892 komin út. Hetta er eitt megnar arbeiði, ið tit hava gjørt. Her liggja nógvir tímar og ársverk aftanfyri, tí tað at lesa gomlu kirkjubøkurnar krevur serstakt hegni og áhuga – og tol.
- Hetta eru mentanarligir og siðsøguligir varðar av sonnum. Havi í hesum sambandi hug at nevna Zakarias Wang, sum hevur verið eldsál í tilgongdini. Mong onnur, harímillum eisini forlagið Varðin, eiga stóra tøkk uppiborið.
- Tey gomlu dugdu sanniliga at rokna sína ætt, ja heilt aftur í tjúgunda lið, sigst. Enn hava vit fólk, sum hava avbera gott ættarskil. Tey ungu sita kanska ikki longur undir hvørjum orðið, tá ið tey eldru greiða frá ætt og søgu. Men kirkjubøkurnar gera tað lættari hjá okkum at lesa meira um forfedrar okkara, - um tað er í Havn ella í Hesti, - í Kirkjubø ella Kollafirði. So kunnu vit gjøgnum hesar bøkur elta slóðir teirra. Ja, vit kunnu fylgja teimum um allar Føroyar.
- Søgan er tað, ið vit byggja framtíðina á. Rasmus Effersøe yrkir:
Latið ei søguna doyggja,
Goymið hana so væl,
Í dreingja sinni og moyggja
Hon mikið útrætta skal.
Hjartaliga tillukku við megnar avrikinum og stóra takk fyri tykkara arbeðið, segði Heðin Mortensen at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo