Skífelagið Fjalir, sum hevur sum endamál at bøta um umstøðurnar hjá skíítróttini í Føroyum, hevur latið gera eina skílyft á Sornfelli og hesar dagarnar við kava og góðveðri hava limir og onnur av álvara fingið gleði av hentleikunum.
Í dag mundu eini 30 fólk vera komin saman at standa á skí, og sagt verður, at tað er ein góður dagur.
Tórshavnar kommuna hevur stuðlað felagnum fíggjarliga.
Meira kann lesast um virksemið hjá Fjalum á teirra facebookvanga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo