Seinnapartin í dag handaðu skúvoyingar løgmanni undirskriftir í sambandi við ætlaða Suðuroyartunnilin og við eini áheitan um íbinding.
"Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunlinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva."
Hetta var boðskapurin, sum skúvoyingar við undirskriftsinnsavningini góvu landsstýrið og løgtingið.
Løgmaður fekk 870 undirskriftir.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo