Tað má gravast úr lendinum fyri at fáa bløðini til stóru vindmyllurnar, sum skulu setast upp á Gellingarkletti, eftir Oyggjarvegnum og til Gellingarklett.
Hetta svingið í Kollafjarðardali fer at taka sína tíð at koma um.
Bløðini eru 57 metrar long og viga 16 tons hvørt.
Vindmyllurnar, sum Vindrøkt skal seta upp, eru góðar 91 metrar høgar og viga væl yvir 400 tons hvør.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo