BRAGDIÐ: Rógvi Kárason vann Bragdið Top Run, sum var runnið í dag. Hóast líkindini at renna onkuntíð hava verið frægari, enn í dag, tí bæði vindur og nógv regn var allan vegin, knógvaði Rógvi seg á mál við eini sera góðari tíð, sum var 44:54. Hjá kvinnunum var Borgarhjørt Holm tann stinnasta og rann teinin við tíðini 56:08.
Hetta er ein motiónsrenning, sum ítróttarfelagið í Mjørkadali tók stig til fyri nógvum árum síðani. Tá teirra virksemi helt uppat, tóku vit í Bragdinum yvir. Teinurin er ein brekka, sum byrjar í Kollafjarðardali og endar 9,8 km seinni, á Sornfelli.
Yvir 60 rennarar møttu til startin og vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna. Á mál komu øll og so var gott at sleppa inn í fjallið til ein heitan drekkamunn og at sleppa í turr klæðir. Sum nakað nýtt, fingu øll hvør sítt luttakaraheiðursmerki, sum er gjørt til høvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo