Týskvøldið 9. august skipaði Ó fyri tiltakinum "Hjálp, eg skal uttanlands at lesa", har dentur varð lagdur á hjálp og vegleiðing til tey, ið skulu uttanlands at lesa. Út við 140 ungdómar leitaðu sær í nýggja BankNordik bygningin, har tey fingu kunning um SU, NemID, cpr no, banka- og tryinggarviðurskifti.
- Vit eru ómetaliga glað og takksom fyri stóru undirtøkuna. Vit væntaðu ikki so nógv, tí vit hava ikki roynt tað áður, men hetta gevur okkum íblástur til at halda fram, sigur Hanus Samró, fyriskipari og stjóri í Ó.
- Tiltakið er ein natúrligur liður í menningini av Ó. Vit hava áður skipað fyri jóla- og endaveitslum, har vit saman við næmingaráðunum kring landið hava lagt okkum eftir stuttliga partinum av at lesa, men vit vilja sjálvandi eisini vera við til tann seriøsa partin. Tí lá tað akkurát sum til høgra beini at fara undir eitt tiltak, har vit saman við avvarðandi stovnum og lestrarfeløgum kundu hjálpa og vegleiða við so týdningarmiklum viðurskiftum sum SU, NemID og cpr no. v.m.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo