Seinnu árini hevur tað verið kallað Bridgehúsið. Men hetta er jú gamla HB-húsið, sum HB’arar í sveittabroti bygdu mitt omaná Havnará í sekstiárunum.
Her hava nógvir góðir menn hildið til, her eru nógvir sigrar komnir í hús – og tað sást aftur í morgun, tá borgarstjórin skuldi standa fyri niðurrívingini av húsinum. Hópatals gamlir HB’arar vóru møttir at gráta og flenna og reypa og at siga gamla húsinum farvæl.
Ein góð og hugnalig løta, nú nýtt Bridgehús er komið upp hinumegin vegin og gamla HB-húsið verður partur av stásiliga nýggja og opna torginum uttanfyri Tórsvøll.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo