Endaligur sáttmáli varð undirskrivaður herfyri og byrjað er nú uppá nýggju skjótibreytina.
Sambært sáttmálanum skal arbeiðið verða liðugt tann 15. september 2021. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðnum.
Tá arbeiðið er liðugt ber til at skipa fyri altjóða kappingum og at skipa fyri eitt nú Oyggjaleikunum.
Talan verður um eitt modernað skjótiannlegg, sum verður eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði.
Tað er samstundis soleiðis gjørt, at tað verður lætt at halda tað reint og ruddiligt.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo