Umráðið ímillum Vestmanna og Saksun verður sagt verða tað staðið í Føroyum, har tú ert longst burtur frá allari sivilisatión. Og skal eitt ávíst stað veljast, sum er allar longst burtur, so er tað kanska júst Rógvuendin.
Vestmanna Kommuna skipar í hesum døgum fyri rørslureikan, sum eru nógv ymisk tiltøk sum øll hava til endamáls at stimbra hugin at røra seg. Fleiri gongutúrar til ymisk stórsligin støð í fjøllunum eru eisini ímillum tiltøkini, og í dag varð gingi út á Rógvuendan, hagani eisini gamla Dalhúsið sæst.
Niels Pedersen var ferðaleiðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo