Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Í hesum sambandi var túrur niðan í Risastovu í gjár. Og ongantíð hava so nógv verið við til henda túrin áður. Gingið var frá skúlanum á Hamrinum og niðan til Risastovu í Glyvurshaganum, har øll samlaðust.

GHM spældi góðan horntónleik og borgarsjtórin og Heini Nygaard hildu røður. Bette Johansen fekk herðaklapp frá borgarstjóranum fyri at hava tikið stig til gongufelagið í síni tíð.

Borgarstjórin ynskti øllum í Gongufelagnum tillukku við degnum og nógv góð fet frameftir.

- Tað er altíð ein frægd hjá mær sum borgarstjóra at sleppa at nýta gott av góða og ríka felagslívinum, sum er her í kommununi. Ikki tykkum at siga, so er tað ikki lítið av tíð og orku, eldsálir her í kommununi brúka fyri, at borgarar í høvuðsstaðnum kunnu hava tað gott.

- Takk fyri tað. Hetta arbeiðið kann ikki gerast upp og er gull vert fyri okkum øll.  Gongufelagið í Havn er helst fyrsta skipaða gongufelag í landinum.

- 19. mai í 1993 fór gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn sin fyrsta gongutúr. Hetta var í tíðini áðrenn tað var modernað at ganga í fjøllunum, uttan so, at tú hevði jørð, seyð, fór eftir haru ella fugli.

- Og hetta var eisini áðrenn Fólkaheilsuráðið og øll tey góðu ráðini um at verða virkin. Hetta var eisini í ringastu krepputíð. Arbeiðsloysið var høgt, og nógvar familjur vóru hart raktar fíggjarliga.

- Nakrar eldsálir fingu í lag at stovna ein áhugabólk undir Felagnum Tórshavn, við tí endamáli at skipa upplyftandi upplivingar fyri fólki, sum ikki kostaðu nakað serligt. Mær er fortalt, at tað var Bette Johansen, sum kom við hugskotinum um at skipa ein gongubólk. Bette hevði tá verið í Noregi og fingið íblástur til hetta.

- Tit hava verið frammanfyri tykkara tíð. Síðani fyrsta túrin fyri 30 árum síðani, eru nógv fet gingin. Ikki færri enn einar 40 túrar um árið, er tað blivið til. Gjøgnum árini hava vit hoyrt lýsingar frá Gongufelagnum um kvøldartúrar, náttartúrar við vøkrum sólsetri og barnavinarligar túrar.

- Tit hava dugað at tillaga virksemi til árstíðirnar, og hava brúkt vetrarnar til at vitja nógv áhugaverd støð, kirkjur og mentanarhús kring landið. Og tit hava eisini verið nógvar minningarríkar uttanlandsferðir í Noregi, Íslandi og Skotlandi gjøgnum árini.

- Hetta er ikki komið av sær sjálvum, og nógv góð fólk hava verið við til at skipa fyri. Kann ikki lata vera við at nevna Kjartan Kristiansen sála, sum var fastur ferðaleiðari í nógv ár. Hvønn sunnumorgun kl. 10 stóð hann klárur, og tað var hvørki toka, kavarok, stormur ella glopraregn, sum forðaðu honum í at fara avstað.

- Kjartan skipaði eisini nærum árliga fyri túrum til Stórabretlands og Miðalhavið saman við konuni Ingigerð á Trøðni. Í dag eru tíðirnar góðar, og fólk hava nógv ítriv í at velja. Tað er blivið eitt mál hjá fólki at ganga fjallatoppar í Føroyum, og tað er heilt óvanligt at koyra gjøgnum býin uttan at síggja fólk til gongu við ella uttan hundi.

- Hetta merkir tó ikki, at tørvurin á Gongufelagnum er blivin minni. Heldur tvørtur ímóti. Gongufelagið er enn virkið, og í dag eru um. 400 húski limir í felagnum. Tað sigur ikki so lítið um, hvønn týdning felagsskapurin, sum er í Gongufelagnum, hevur fyri fólk.

- Mær er fortalt, at tað eru fleiri nýggjar kreftir komnar í fyriskipanarbólkin, og at nógv fólk taka fat og eru røsk at skipa fyri. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja í dag. At hava ein felagsskap við nógvum og fjølbroyttum virksemi er ein stór uppgáva at lyfta.

- Men hóast mann ikki verður ríkur av at luttaka í slíkum arbeiði, so fær man sanniliga nógv annað afturfyri nógvu tímarnar, man leggur í. Eg skal vegna Tórshavnar kommunu takka tykkum øllum fyri tykkara arbeiðið.

- Eg skal eisini nýta høvið til at takka tykkum í GHM fyri tykkara luttøku og vakra tónleikin her í dag. Satt at siga so trúði eg, at tit fóru spæla við Argja skúla, áðrenn gongutúrin. Men nei. Tit hava sleipað ljóðførini við tykkum allan vegin niðan í “Risastovu" í Glyvurshaganum.

- Hvat skal eg siga? Tað er ein frægd at vera borgarstjóri í einari kommunu við so ríkum og fjølbroyttum felagslívi. Eg skal nú nýta høvið til at handa Gongufelagnum eina gávu frá kommununi. Eg fari at biðja Bette Johansen, sum eg skilji, enn er virkin í felagnum, um at koma fram at taka ímóti.

At enda bað borgarstjórin fólkið um at rópa eitt trífalt hurrá fyri Gongufelagnum og ynskti enn einaferð hjartaliga tillukku og nóg góð fet frameftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo