Nú er sett á at byggja nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið á Giljanesi.
Sjóvinnustýrið hevur heimstað í Vágum, men endaði í Havn fyri nøkrum árum síðani.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við ábyrgd av vinnu- og umhvørvismálum, loysti fyrsta flagið, eins og umboð fyri Landsverk eisini søgdu nøkur orð.
Bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur tíðliga í 2023.
Myndamaður okkara, Jógvan Helgi Hansen, tók myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo