Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Úrvalið av myndum av V.U. Hammershaimb (1819-1909) – faðirnum at skriftmálinum – tykist ikki vera so stórt. Men her hava vit eina frá Tjóðsavninum (8745F006e). Kvinnan á myndini má so vera kona hansara, Elisabeth Christiane Auguste Gad (1829-1908).

Mær kom til hugs myndina, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, helt frálíka røðu í sambandi við, at minnisvarðin yvir V.U. Hammershaimb undir gamla landsbókasavninum í Havn stendur sum nýggjur aftur.

Í endurminningum sínum greiðir V.U. Hammershaimb eitt nú væl frá, tá ið hann fór til Danmarkar at ganga í skúla og seinni at lesa. Tá í tíðini vóru einans seglini á at líta, og veðrið var avgerandi fyri, um ferðin var skjót ella drúgv.

Við skonnartbriggini Auroru varð lagt av Havnini 20. oktober 1831, men ikki komu tey til Keypmannahavnar fyrr enn 26. februar 1832. Um háveturin lógu tey í norska skergarðinum við skipinum svínabundnum við trossum um bæði borð. 

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo