Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroyski sniðgevin Barbara í Gongini og listamaðurin Hauge í Gongini Djernis hava framsýning saman á Norðurbryggjuni
frá 21. mai til 11. september.

Ein sniðgevi og ein listamaður – tvey ættarlið – samskifta sínámillum listarliga. Hvønn týdning hevur føroyski arvurin, og hvussu sæst hann aftur í verkunum og skapar sambond millum ull og algoritmu? 

Mutationer
Á framsýningini kanna Hauge í Gongini Djernis og Barbara í Gongini ein felags arv. Hetta er ein framsýning, har list møtir sniðgeving, har tvey ættarlig samskifta um teirra verk og rannsaka óttaleyst, hvussu sambondini og ymiskleikarnir millum verkini eru. Kanska tilevna tey nakrar felags brýr av DNA, sum tey ikki sjálvi vóru tilvitandi um.

Tey eru felags um áhugan fyri tí jarðfrøðisliga, fyri tøkni og fyri at spæla við og bjóða siðvenju innan handverk og klædnasnið av. Verkini broytast, mutera, í hondum teirra. Og á hvønn sín hátt eru tey upptikin av at granska frásagnir um tilknýti, samleika og stað. Verkini eru skapt við at rannsaka okkurt kent, við at benda strukturarnar og við at bræða verkini saman aftur á nýggjan hátt.

Á framsýningini eru videoverk, skulpturellar installatiónir og sniðgeving. 

Les meira á nordatlantens.dk/mutationer

UM LISTAFÓLKINI
Barbara í Gongini, fødd í 1966 í Fuglafirði, er Føroya mest kendi avantgarde-sniðgevi. Hon kann skjótt hátíðarhalda, at tað eru 25 ár síðani, hon byrjaði við síni eyðkendu ráu, svørtu sniðgeving, sum á skaldbornan hátt sameinir stórbýarinnar asfalt við basaltið og fjaðraðu reiðrini í fuglabjørgunum. Hon sýndi sítt fyrsta klædnaúrval fram í 2000, beint áðrenn hon gjørdist partur av klædnasniðgevingar-handlinum Könrøg, og í 2005 stovnaði hon sítt egna merki BARBARA I GONGINI. Í mong ár hevur Barbara í Gongini tikið lut í norðurlendskum tvørgangandi verkætlanum innan list og sniðgeving, seinast í framsýningini The Weather Diaries, sum bæði varð sýnd í Frankfurt (2018) og í Seattle (2019). Í 2017 fekk hon Mentanarvirðisløn Landsins.

Hauge í Gongini Djernis, føddur í 1996 í Keypmannahavn, gongur á Listaháskúlanum í Trondheimi. Hauge í Gongini Djernis arbeiðir bæði talgilt og samgilt. Verk hansara standa á markinum millum nátturliga heimin kring okkum og ein tilevnaðan talgildan veruleika. Sum hálvur føroyingur arbeiðir hann við tilknýti sínum til eina náttúru og eitt land, sum fyri hann er borið av minnum og frásagnum. Talgildu rekonstruktiónirnar kunnu fatast sum ein lýsing av einum minni um eitt land.

KUNNING
MUTATIONER – Barbara í Gongini & Hauge í Gongini Djernis
Framsýning 21. mai—11. september 2022
Norðurbryggjan, Strandgade 91, Christianshavn, 1401 København K
Upplatingartíðir: Allar gerandisdagar kl. 10-17 og vikuskifti kl. 12-17
nordatlantens.dk 

BEINLEIÐIS LEINKI:
FRAMSÝNING: nordatlantens.dk/mutationer
ÓKEYPIS SKRÁ: nordatlantens.dk/mutationer/katalog

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo