Ein ómetaliga spennandi dagur stendur fyri framman í Premier League.
Ein Super Sunday, sum tey siga niðri í Onglandi.
Í Leicester taka fyrrverandi meistararnir úr Leicester City ímóti mestvinnandi reyðu djevlunum úr Manchester United. Hesin dysturin byrjar kl. 14.05.
Skal United droyma um at koma í topp 4, má dysturin í dag vinnast. Fimm stig eru, sum nú er, upp til Chelsea á 4. plássinum.
Kl. 16.30 er so spennandi uppgerð í Manchester, tá Manchester City, sum liggur nummar trý undan dystinum í dag, tekur ímóti Arsenal, sum liggur sum nummar fimm.
Manchester City droymir um at endurvinna enska meistaraheitið, men tað gongur heldur striltið at fanga Liverpool aftur.
Ein sigur í dag er eitt krav til tess at leggja trýst á Liverpool, sum spælir á útivølli í annaðkvøld ímóti West Ham United.
Liverpool er undan hesum umfarinum 5 stig frammanfyri City - og sum nú er 4 stig frammanfyri Spurs á 2. plássinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo