Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eiðis Ljómfelag: Árliga Musikkstevnan verður, sum flestu árini frammanundan, aftur hildin í ár á dýrabiðidegi 13. mai.

Musikkstevnan er tiltakið, har øll harmoni- og hornorkestur í Føroyum hittast at framføra síni kynstur.

Fyrsta Musikkstevnan varð fyriskipað av Vestmanna Hornorkestri í 1966. Síðani tá hevur Musikkstevnan verið hildin á hvørjum ári, uttan í 2020, tá hon bleiv avlýst orsaka av koronu farsóttini. Men í ár verður hon aftur hildin sum vanligt.

Og í ár er tað Eiðis Ljómfelag – sum er mannað við spælarum kring Sundalagið og bygdunum nærhendis – sum er vertur fyri stevnuni. Sjálv Musikkstevnan verður hildin í Ítróttarhøllini á Eiði dýrabiðidag.

Sum nevnt er hetta dagurin, sum øll orkestrini venja hart fram ímóti, og ein ávís kapping er altíð ímillum orkestrini, um at hava ta mest spennandi skránna.

Her verður høvið at hoyra bæði kend og minni kend løg, løgd til rættis fyri antin harmoni- ella hornorkestur.

Konsertin verður sett kl 13 av Rógva Egilstoft, bygdaráðsformanni, og tey, sum leggja fyri við at spæla, eru skúlaorkestrini ymsa staðni úr landinum, og sum í ár telja heili 8 orkestur íalt.

Umleið kl 15 eru tað eldru orkestrini, sum blása ljóð í ljóðførini, og tað verður sum siður er, vertirnir Eiðis Ljómfelag, sum leggja fyri.

Eftir tey koma Klaksvíkar Hornorkestur, Harmoniorkestrið GHM, Tvøroyrar Hornorkestur, Fuglafjarðar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Nes Sóknar Musikkfelag, og Havnar Hornorkestur.

Eiðis Ljómfelag vónar og væntar at nógv fólk koma at lýða á, og hava hesaferð gjørt nakað burturúr fyri at gera tiltakið stevnukent. Ítróttarhøllin – sum verður karmur um hetta tiltakið – verður pyntað til høvið, og møguleiki verður at keypa sær kaffi/te, heimabakaða kaku og okkurt annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo