Ólavur Hátún er ein stigtakari til eitt átak í Kirkjubø sunnudagin komandi, har umboð fyri landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar eru boðin til konsert í Múrinum og framløgu í Stokkastovuni, har arkitekturin Albert Isfeld fer at vísa tekning og greiða viðkomandi innbodnum frá, hvussu útbygging við lítið sjónligari glastekju, ísettum kirkjuvindeygum og hurð fyri kann fremjast, uttan at skala Múrin sum fornminni.
Fyrireikararnir vísa á, at múrurin í Kirkjubø er okkara fremsta fornminni og eisini serstakur í altjóða meting. Men heilskapaður, sum hann er, hevur hann eisini í sær møguleika til uttan órógvandi viðgerð sum fornminni eisini á hesum søguliga stað aftur at kunna gerast virðiligur virkin miðdepil í okkara ands- og mentanarlívi.
Fyri at vekja ans um hendan møguleika er fyrireiking gjørd til at hava ein summarsligan kórstevnudag í Múrinum, har kór í Suðurstreymi fara at hava konsert við einsæris sangskráum og við framførslum í felagskóri við orkesturfylgispæli.
Kirkjubømúrurin er eitt landsmál, men tað verður í fyrsta lagi høvuðsstaðurin, sum fær praktiskt gagn av, at bygningur sum Múrurin kann gerast partur av mentanarligum hølismøguleikum bæði til tónleik og eitt nú til leiklistarligar framførslur í Suðurstreymi.
Konsertin er løgd til at verða sunnudagin 10. juni kl. 17.00 í teirri vón, at tað tá verður turt og stilt veður. Verður ikki so, verða framførslurnar fluttar. Eftir konsertina verður stuttur fundur í Stokkastovuni, har arkitekturin Albert Isfeld fer at vísa tekning og greiða viðkomandi innbodnum frá, hvussu útbygging við lítið sjónligari glastekju, ísettum kirkjuvindeygum og hurð fyri kann fremjast, uttan at skala Múrin sum fornminni, siga stigtakararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo