Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Mannagongdir innan heilsuøkið
Spurningar:
1. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í tíðarskeiðnum 2019-2022 fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum?
2. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í 2023 fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum?
3. Hvørji ítøkilig átøk er ætlan um at gera í framtíðini fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum?
4. Hvør er orsøkin til, at tað á sjúkrahúsunum í Føroyum eru munandi fleiri starvsfólk, sum ikki eru heilsustarvsfólk samanborið við onnur Norðurlond?
5. Hvussu hevur gongdin verið við tali av starvsfólki, sum ikki eru heilsustarvsfólk, samanborið við talið av heilsustarvsfólkum innan sjúkrahúsverkið í tíðarskeiðnum 2019-2022.
Viðmerkingar:
Tænastur og skipanir innan heilsuøkið eru tíbetur øktar og mentar seinastu nógvu árini, so vit í dag í størri mun enn áður hava møguleika at lofta teimum borgarum, sum á ymiskan hátt hava ein heilsutørv, sum vit sum samfelag halda vera rætt, at vit skulu lyfta saman.
Tó er og verður eisini ofta ført fram, at hetta hevur ein størri kostnað við sær, enn vit sum samfelag megna at bera, samstundis sum nevnt verður, at tað er neyðugt at gera átøk fyri at betra um mannagongdir, so tær hóska seg til tørvin, samfelagið og langtíðarhaldføri.
Samstundis kunnaði Hagstovan fyrr í summar um, at tað eru lutfalsliga nógv starvsfólk innan heilsuøkið í Føroyum, sum ikki eru heilsustarvsfólk samanborið við onnur lond.
Tí hesir spurningar um gongdina seinastu árini, gjørdar ætlanir síðan seinasta løgtingsval og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina, umframt orsøkina til, at tað lutfalsliga eru fleiri starvsfólk á sjúkrahúsunum í Føroyum, sum ikki eru heilsustarvsfólk samanborið við onnur lond.
Á Løgtingi, 3. august 2023
Eirikur í Jákupsstovu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo