Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv við mær harmast um rokið, sum hevur verið í Fólkaflokkinum í seinastuni.

Fráfarni formaðurin, Christian Andreasen, er eitt skilafólk og dugnaligur sum fáur.

Eina stóra tøkk skalt tú eiga fyri tann insatsin, sum tú hevur gjørt fyri Fólkaflokkin og Havnar Framburðsfelag.

Nógv er harmiligt í hesum døgum, m.a. at Annika Olsen hevur tikið seg úr flokkinum og at nevndin í Framburðsfelagnum hevur lagt frá sær.

Tit skulu øll eisini hava eina stóra tøkk fyri tykkara insats og samstarv gjøgnum árini.

Beinir Johannesen er eisini ein skilamaður, dugnaligur og hevur royndir bæði í kommunalpolitikki og landspolitikki.

Eftir at hava prátað við nýggja formannin, tykist tað greitt, at hann er savnandi og klárur at hjálpa fyri at fáa Fólkaflokkin í Havnini at fóta sær væl.

Løgtingsvalið er um 3 vikur og neyðugt er at gera ein góðan uppstillingarlista beinanvegin.

Sum fyrrverandi nevndarlimur og formaður í Havnar Framburðsfelag (2011-2015), vil eg heita á stuðlarnar hjá Fólkaflokkinum í Havn og Suðurstreymi, um at samlast fjølment til eykaaðalfund skjótast tilber.

Soleiðis at vit kunnu velja nýggja nevnd og byrja uppstillingina til løgtingsvalið beinanvegin.

Jógvan Poulsen
fyrrverandi formaður í Havnar Framburðsfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo