The Sun skrivar at Manchester United hevur fingið sítt boð góðkent upp á Harry Maguire.
Prísurin er 80 milliónir pund, sum so ger hann til tíðarinnar dýrasta verjuleikara.
Eisini Daily Express skrivar tað sama.
Sambært miðlunum so skal Maguire til heilsukanning mánadagin, skrivar norska Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo