Hóast tað hevur gingið væl hjá donsku byggifyritøkuni MT Højgaard í Danmark, so hevur tað gingið minni væl uttanlands, og tí minkar fyritøkan nú um sítt altjóða virksemið.
Stjórin Henrik Mielke sigur við MarketWire, at hallini av virkseminum uttanlands hava verið so grefligt, at móðurfelagið í Danmark, sum er børsskrásett, nú má niðurjustera sínar væntanir til alt árið 2023.
- Fyribils er avgerð tikin um, at virksemið í Føroyum heldur uppat, eftir at seinasta uppgávan er latin úr hondum í August. Og virksemið í Grønlandi er heldur ikki burðardygt, har hava vit fyribils sett nýtt fyristøðufólk, so fáa vit at síggja.
Ein møguleiki, sum verður nevndur, er eisini at selja feløg uttanlands, sum MT Højgaard eigur.
Les eisini: MT Højgaard Føroyar stórt hall
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo