Vinnuhúsið: Týsdagin 26. mars hevði Sjóvinnufelagið aðalfund. Eftir fundin skipaði nevndin seg, og Mouritz Mohr og Eli Lassen halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður felagnum.
Á aðalfundinum stóðu Alina Jespersen og Christian Danielsen fyri vali. Hartil hevði Finn Jakobsen boðað frá at hann ynskti at taka seg úr nevndini. Alina Jespersen og Christian Danielsen blivu bæði afturvald í nevndina, og fyri Finn Jakobsen bleiv Julian Johansen valdur í nevndina. Hartil varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Mouritz Mohr sum formanni og Eli Lassen sum næstformanni.
Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær sostatt soleiðis út: Mouritz Mohr, formaður, Eli Lassen, næstformaður, Alina Jespersen, nevndarlimur, Christian Danielsen, nevndarlimur, Julian Johansen, nevndarlimur og Frimodt Rasmussen, tiltakslimur.
Tað eru í dag 25 limir Sjóvinnufelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo