Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fyrrverandi Manchester United venjarin José Mourinho gevur nú Ole Gunnar Solskjær rós fyri úrslitið ímóti Paris Saint Germain mikukvøldið.

José Mourinho tosaði við russisku sjónvarpsrásina RT eftir dystin í París mikukvøldið, og helt hann fyri, at úrslitini hjá Ajax Amsterdam (ímóti Real Madrid týskvøldið) og Manchester United eru framúr.

- Um venjararnir hava ábyrgdina fyri vánalig úrslit, so hava teir eisini ábyrgdina fyri góð úrslit. So Eric ten Hag (venjarin hjá Ajax Amsterdam) og Ole Gunnar Solskjær hava rós uppiborið fyri hesi frálíku úrslit, segði Mourinho við RT. 

Manchester United vann púra óvæntað 3-1 á PSG í París og hevur við sigrinum leikt seg víðari til 1/4 finalurnar í Champions League. Harumframt er felagið nú nummar 4 í ensku Premier League eftir at hava verið 11 stig aftanfyri Chelsea á 4. plássinum fyri trimum mánaðum síðan.

Solskjær tók við starvinum sum United venjari, fyribils fram til í summar, eftir at Mourinho fekk sekkin í desember í fjør.

Og eru tey eftirhondini ikki so fá, sum halda, at Solskjær eigur at halda fram sum United venjari.

Sigurin ímóti PSG mikukvøldið var tann 9. útisigurin hjá United á rað. Eingin United venjari - heldur ikki Sir Alex Ferguson - hevur nakrantíð vunnið so nógvar útisigrar á rað.

Liðini, sum higartil hava leikt seg í 1/4 finalurnar í Champions League:
Manchester United
Ajax Amsterdam
Tottenham Hotspur
FC Porto

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo