Eik Banki: Í sambandi við, at Dánjal Joensen fer frá fyri aldur síðst í januar, verður almenn móttøka í høvuðssætinum í Eik Banka.
Tá hevur Dánjal samstundis arbeitt í Føroya Sparikassa/Eik Banka í góð 47 ár.
Dánjal fór í læru í Føroya Sparikassa 16. januar 1970, 19 ára gamal. Hesi 47 árini hevur Dánjal arbeitt innan nógv ymisk øki í bankanum. Hann hevur m.a. verið deildarleiðari á deildum í Suðurstreymoy og eitt skifti eisini starvsfólkaleiðari.
Móttøkan verður fríggjadagin 20. januar kl. 15.00 - 17.00, Yviri við Strond 2 í Havn. Øll eru vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo