Bakkafrost: Almenn móttøka fyri nýggja flogfarinum hjá FarCargo verður á flogvøllinum í Vágum týsdagin 5. mars frá kl. 10:00 til 12:00.
Vinnumálaráðharrin, Høgni Hoydal, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bera fram røðu. Tónar frá Lenu og Niclasi verða at hoyra, og lætt ábit verður at fáa.
Av trygdarávum er bert møguligt hjá innbodnum at sleppa út at síggja flogfarið. Øll onnur eru vælkomin at síggja flogfarið úr móttøkuhøllini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo