Tórshavnar kommuna: Seinnapartin var móttøka á Ráðhúsinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók ímóti Halli Holm, sum herfyri gjørdist heimsmeistari í 24 tímarenning í aldursbólkinum 55+.
“Tú hevur víst, at tú setur tær mál, og at tú røkkur teimum. Tað er ein góður eginleiki at hava”, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.
Hallur Holm rann tilsamans 233 kilometrar í kappingini, sum var í Taivan. Hann greiddi frá avbjóðingunum við at renna so langt. Men at koma um málstrikuna var ein sera góð kensla, greiddi Hallur Holm frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo