Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinnapartin í gjár var móttøka á Eiragarði 16 í Havn, í sambandi við, at bygningurin er høvuðsumvældur. Hetta er partur av lógini um dagføring av vardum bústøðum, sum varð samtykt í 2020.

Talan er um sambýli, har 20 fólk húsast, sum hava tørv á nógvum stuðli og røkt.

- Sum landsstýriskvinna fegnist eg stórliga um, at Eirargarður 16 er høvuðsumvældur. Hetta fer at styrkja um tilboðið og trivnaðin hjá húsfólkum og starvsfólkum, sum hava sína dagligu gongd á sambýlinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Á Eirargarði 16 verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Við støði í tí einstaka verður arbeitt við at menna førleikarnar hjá viðkomandi. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Landsverk hevur havt verkætlanarleiðsluna um hendi, og undir móttøkuni segði Sámal Ímundarson verkætlanarleiðari nøkur orð um tilgongdina og verkætlanina. Síðani framførdi Magni Christiansen nøkur løg, og øll fingu høvið til at ganga runt og hyggja eftir snøggu hølunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo