Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um uppgerð av mótroking í pensjónum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at pensjónin verður mótroknað árliga heldur enn loypandi?

2. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdina, so pensjónirnar verða mótroknaðar loypandi?

3. Um so er, nær verður arbeiðið væntandi liðugt?

Svar 1.
Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at pensjónin verður mótroknað árliga heldur enn loypandi?

Pensjónin hjá tí einstaka pensjónistinum verður ásett hvønn 1. januar galdandi fyri eitt álmannakkaár. Mett verður um inntøkuna hjá pensjónistinum fyri árið, sum kemur, og so verður pensjónin ásett so neyvt sum gjørligt. Flestu pensjónistar hava somikið støðug inntøkuviðurskifti, at pensjónin ikki verður ávirkað, og pensjónisturin fær ta pensjón, ið hann hevur rætt til.

Um inntøkan broytist í árinum kann pensjónisturin venda sær til Almannaverkið og fáa pensjónina umroknaða, soleiðis at pensjónin verður rættað beinanvegin.

Tá árið er farið afturum, verður pensjónin eftirroknað, og kannað verður eftir, um pensjónistar hava fingið ta pensjón, sum teir hava rætt til. Um tað vísir seg, at munur er á útgoldnu pensjónini og upphæddini, sum hon av røttum átti at verið, verður munurin ávikavist útgoldin til pensjónistin ella afturkravdur frá honum.

Tað merkir, at um ein pensjónistur hevur hægri inntøku enn væntað, og Almannaverkið ikki veit av hesum, tá skal hann árið eftir afturrinda ov nógv útgoldna pensjón. Næsta árið hevur hann kanska onga inntøku, og tá fær tað sostatt neiliga ávirkan gjaldførið hjá pensjónistinum.

Hetta hevur verið tann tekniskt og umsitingarliga mest hóskandi mannagongdin. Men Almannaverkið er ment, og kt-skipanir eru mentar, og sostatt er tað nú blivið møguligt í stóran mun at sleppa undan eftirrokningum. At ein pensjónistur fær eitt eftirkrav, kann seta hann í eina óhepna fíggjarliga støðu, tí talan kann veru um lutfalsliga stórar upphæddir. Harumframt er skipanin eisini umsitingarliga tung og ógjøgnumskygd. Tí metir landsstýriskvinnan, at skipanin við um- og eftirrokningum av pensjónum ikki er nøktandi.

Svar 2.
Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdina, so pensjónirnar verða mótroknaðar loypandi?

Skipanin við um- og eftirrokning av pensjón er ásett í løgtingslóg, og skal hetta broytast er neyðugt við lógarbroyting. Landsstýriskvinnan fer fyrsta dagin undir at fyrireika eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum hevur til endamáls at gera mótrokning av pensjón meira smidliga, og soleiðis at sleppast kann undan eftirrokningum.

Svar 3.
Um so er, nær verður arbeiðið væntandi liðugt?

Landsstýriskvinnan ætlar, at uppskotið skal leggjast fyri Løgtingið tíðliga í heyst, soleiðis at broytingin kann koma í gildi 1. januar 2024. Fyrivarni skal tó takast fyri tíðarætlanini, tí landsstýriskvinnan ikki til fulnað kennir allar avleiðingar og avbjóðingar, sum standast av broytingini.

Almannamálaráðið, 16. mai 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo